2019-04-09 10:45

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Nomi Jacobsen í starvið sum fyrstilærari í Skála skúla frá 1. august í ár at rokna.
Nomi Jacobsen er 56 ára gomul, og hevur hetta síðsta árið røkt starvið sum fyrstilærari á Skála í tíðaravmarkaðum starvi. Hon tók læraraprógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið diplomútbúgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við diplomútbúgving í leiðslu.
Nomi Jacobsen hevur eftir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólkaskúlanum, fyrstu árini sum einalærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Eisini hevur hon verið skúlastjóri í Vestmanna skúla í tvey ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald