placeholder
Uttanlands

Norðfra á Fólkatingi

Norðfra verður við á Kulturnatten på Folketinget nú fríggjadagin 12 oktober

Mynd: Norðfra

Mynd: Norðfra

2018-10-11 13:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Norðfra, í framleiður og selur føroyskar fiskavørur, verður við á Kulturnatten på Folketinget nú fríggjadagin 12 oktober.

Hetta er ein liður í at bjóða framm okkara góðu fiskavørur til danska marknaðinum.

Tað er ein sannroynd at enn vita danskir brúkarar líti um Føroyar og hvussu góður fiskurin er í veiddur verður runt um Føroyar.

Vit hava bestu umstøður nakar kann hugsa sær, bestu fiskimenn, góðar fiskileiðir, og sera góða rávøru.

Norðfra kemur at luttaka við kunning og smakkiroyndum av flaki og frikadellum, burtur úr línuveiddari hýsu.

Fyri Føroyar eru umráðandi at vísa framm okkara tilfeingi og er hetta ein liður í sølutilgongdini hjá Norðfra at verða við á hesum átakinum.

- Norðfra

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder