Norðlýsið skrivar í nátt, at tað er ringur hýrur á manningini umborð á Sjúrðarbergi í hesum døgum, tí hóast tað enn ikki er blivið alment, so er tað manningini greitt, at teirra arbeiðspláss hesi seinastu mongu árini verður selt av landinum.
Høvuðsorsøkin er fiskivinnunýskipanin hjá landsstýrinum, sum hevur tikið grundarlagið undir hesum trolaranum í Klaksvík, siga tveir av uppsøgdu monnunum við Norðlýsið.
- Vit eru fleiri enn 25 menn, sum missa okkara starv, og av okkum eru 9, sum í løtuni byggja ella hava júst keypt sethús til familjuna, sigur ein av teimum 25 monnunum, sum missa sítt starv, nú Sjúrðarberg verður seldur av landinum.
Tað undrar uppsagdu mennirnar, sum Norðlýsið hevur tosað við, hví politikarar í Suðurstreymi halda tað verða betri at taka skip og størv frá teimum, sum hava satsað sítt lív og yrki uppá hesa vinnu, fyri at geva onkrum øðrum hetta sama livibreyðið.
- Høvdu 25 starvsfólk í Tinganesi ella á LS mist starvið yvir nátt, høvdu vit nokk hoyrt buldur og brak um tað í KvF og Miðlahúsinum, men nú fiskivinnunýskipanin tekur grundarlagið undan Sjúrðarberg og tvingar JFK at selja trolaran av landinum, hoyrist bara tos um, hvør fer at fáa menningarkvoturnar. Einki um tey sum missa og betala fyri hesa fiskivinnunýskipan, har landið vil sleppa at býta út til onnur tað, sum hesir menn hava satsað sítt lív og yrki uppá, skrivar Norðlýsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald