2019-05-17 11:12
Norðlýsið er eitt av sjey flaggskipum, sum er við í flaggsiglingini í ár. Skipini settu í gjár kós móti Danmark, har tey fara at heiðra Merkið á 100 ára degnum.
Skipini, sum løgdu frá landi í gjár vóru Johanna, Westward Ho, Dragin, Tórshavn, Norðlýsið, Heimdal og Norðan. Men í dag varnaðust havnarfólk, at Norðlýsið var aftur á Havnini. Norðlýsið liggur á Skipasmiðjubryggjuni.
- Tað eru bara onkrir smávegis trupulleikar. Hetta verður orðna beinanveg, og so leggja vit frá landi aftur seinnapartin, sigur Birgir Enni.
Birgir sigur at hini skipini ikki eru komin so langt, so Norðlýsið fer skjótt at innheinta tey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald