Uttanlands

Norðmenn fara undir vinnuliga veiði eftir reyðæti

Farið verður beinanvegin í gongd við at byggja fyrsta reyðætivirki

(Mynd: calanus.no)

(Mynd: calanus.no)

2019-03-13 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska stjórnin hevur hesa vikuna givið loyvi til at fara undir vinnuligan fiskiskap eftir reyðæti – plankton. Og nú verður farið undir at byggja fyrstu verksmiðjuna at taka ímóti hesum smáu verunum.

Tað er felagið Calanus í Tromsø, sum ætlar at byggja heimsins fyrsta reyðætivirki í Sortland í Vesterålen, beint norðan fyri Lofoten.

- Talan verður um eina royndarverkætlan, tí tað er fyrsta virki av sínum slag sum skal virka – bioraffinera – reyðæti. Virkið skal kunna taka ímóti 7.000 tonsum um árið. Vit vóna komandi fimm árini at koma upp á ein umsetning á 200 milliónir krónur (norskar, -red.) um árið, sigur stjórin og stovnarin av Calanus, Gunnar Rørstad, við Dagens Næringsliv.

Í fjør seldi Calanus fyri 70 milliónir norskar krónur frá 7.000 tonsum av reyðæti, sum far fingið í eini royndarætlan.

ilaks.no skrivar, at nógvir fiskimenn eru ivingasamir mótvegis einum vinnuligum fiskiskapi eftir reyåæti. Sambært Harald Tom Nesvik, fiskimálaráðharra verður loyvið givið til eina avmarkaða veiðu. Ætlanin er at geva loyvi til at trola tilsamans 254.000 tons reyðæti í ár.

- Vit hava nú nóg mikið av kunnleika til at loyva eini burðardyggari veiði av reyðæti. Hetta leggur støði undir nýggjari vinnu og nýggjum norskum arbeiðsplássum, sigur Nesvik í tíðindaskrivi.

Mads Martinsen, stjóri í Skretting, sum framleiðir fóður til alivinnuna hevur fyrr gjørt seg til talsmann fyri at trola eftir reyðæti, tí hetta kann tryggja framtíðar alivinnuni.

Reyðæti – calanus – er eitt evarskalítið skeljadjór, bert einar tveir millimetrar. Tað sæst ikki við berum eygum. Men sagt verður, at biomassin av hesum lítla djóri í norskum havøki er meira enn øll norska fiskivinnan í dag, skrivar ilaks.no.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder