Innanlands

Norðoya Sparikassi 10,4 milliónir í avlopi fyrra hálvár

Hetta er í mun til níggju milliónir sama tíðarskeið í fjør

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-27 15:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2021 var eitt avlop upp á 10,4 mió. kr. sammett við 6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020.

Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop av vanligum rakstri upp á 10,6 mió. kr. fyrra hálvár í mun til 9 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri. 

Virksemi
Útlánini øktust frá 1.990 mió. kr. til 2.011 mió. kr., ið svarar til ein vøkstur á 1 prosent.

Innlánini lækkaðu frá 2.469 mió. kr. til 2.453 mió. kr., ið svarar til eina minking á 0,6 prosent. 

Innlánsavlopið var 442 mió. kr. pr. 30. juni 2021.

Gjaldføri og solvensur
Lyklatalið fyri gjaldføri – LCR – var uppgjørt til 274 prosent pr. 30. juni 2021. Lógin ásetur minstakravið til 100 prosent.

Pr. 30. juni 2021 var solvensurin 23,1 prosent, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,3 prosent.

Gongdin fyrra hálvár hevur sum heild verið í samsvari við metingar sparikassans, og samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder