
Í dag skipaði Norðurkorea fyri sínum fyrsta altjóða maraton í seks ár, skriva norðurkoreanskir miðlar.
Umleið 200 útlendingar komu til Norðurkorea fríggjadagin og leygardagin í sambandi við maratonrenningina. Sambært norðurkoreanskum miðlum vórðu m.a. luttakarar úr Kina og Rumenia.
Runnið varð gjøgnum høvuðsstaðin Pyongyang, har luttakararnir fingu høvi at síggja býarmerki, og kappingin endaði á einum vølli, har 50.000 norðurkoreanskir áskoðarar tóku ímóti teimum.
Norðurkorea stongdi landamørkini í 2020 í sambandi við koronafarsóttina, men síðan 2023 er spakuliga latið uppaftur. Russisk ferðaløg eru sloppin inn í landið, men høvuðsstaðurin Pyongyang er framvegis stongdur fyri vanligum ferðafólki, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald