
Norðurkorea váttar nú fyri fyrstu ferð, at landið hevur sent herfólk til at stríðast fyri Russland í krígnum móti Ukraina.
Tað hava leingi verið fráboðanir um hetta m.a. frá suðurkoreanskum og ukrainskum fregnartænastum, og leygardagin váttaði Russland fyri fyrstu ferð, at norðurkoreansk herfólk hava verið í bardaga saman við russum í Kursk-landslutinum.
Nú váttar norðurkoreanski stjórnarflokkurin eisini tíðindini, og hann sigur, at tað var norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un sjálvur, sum gav boðini um at senda herfólk til Russlands, skrivar Ritzau.
Norðurkorea hevur sent tilsamand 14.000 herfólk til kríggið millum Ukraina og Russland. Sambært Suðurkorea hevur Norðurkorea eisini givið russum vápn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald