Innanlands

Norðurlandahúsið hevur fingið grønt stempul

Altjóða umhvørvismerkið Green Key hevur góðkent Norðurlandahúsið – Vit vilja og kunnu vera við til at gera mun, sigur Gunn Hernes, stjóri

Sami Kultima, tekniskur leiðari, Gunn Hernes, stjóri, Birna Jacobsen, verkætlanarleiðari (Mynd: Norðurlandahúsið)

Sami Kultima, tekniskur leiðari, Gunn Hernes, stjóri, Birna Jacobsen, verkætlanarleiðari (Mynd: Norðurlandahúsið)

2021-01-18 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kafein borðreiðir við burðardyggum, vistfrøðiligum mati, virkisbilurin er ein el-bilur, og lampurnar brúka LED- og lágorkuperur. Norðurlandahúsið hevur seinastu tíðina fyrireikað seg til grøna skiftið og 14. desember eydnaðist tað at fáa altjóða umhvørvisgóðkenningina Green Key, boðar Norðurlandahúsið frá.

Green Key-merkið verður givið til ferðavinnu-og ráðstevnustøð, sum arbeiða miðvíst fyri at verja umhvørvið, og sum lúka eina røð av strongum umhvørviskrøvum, alt frá at skilja burturkast, avmarka nýtslu og til grøna reingerð.

Norðurlandahúsið miðar ímóti at vera við í grøna skiftinum, og tí var tað eyðsýnt at søkja um at fáa góðkenningina og fáa serkøn frá Green Key at meta um ymsu viðurskiftini í húsinum, greiðir Gunn Hernes frá.

–  Tað er umráðandi, at vit signalera fyri okkum sjálvum, gestum okkara, samstarvsfeløgum  og stuðlum, at vit vísa til handling og ábyrgd. Við at søkja og at fara ígjøgnum góðkenningartilgongdina og nú við at arbeiða víðari við hesum, hava vit valt at geva burðardygd høga raðfesting. Visjónin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum er greitt, at vit skulu verða heimsins mest burðardygga øki áðrenn 2030. Um vit skulu røkka hesum málinum er tað eisini umráðandi, at hvør einstakur aktøtur gevur sítt ískoyti.

Norðurlandahúsið kann ikki bara leggja seg afturá og hvíla, hóast góðkenningin er komin í hús. Krøvini frá Green Key um at verja umhvørvið økjast alsamt. Tað hevur eisini við sær, at húsið leypandi fer at útbúgva og seta starvsfólkini væl inn í øll viðurskifti hesum viðvíkjandi og áseta nýggj mál til umhvørvisarbeiðið, so vit alla tíðina menna grønu gongdina, sigur Norðulandahúsið.

– Hetta er bert byrjanin uppá eitt stórt og gott abreiði, sum vit skulu fremja, sigur Gunn Hernes.

Green Key umhvørvisgóðkenningin er latin til yvir 3.200 fyritøkur í umleið 65 londum. Í Føroyum eru tað bert Hotel Brandan og Norðurlandahúsið, sum enn hava fingið góðkenningina.

Green Key er undir Horesta, sum m.a. flokkar hotel og ráðstevnustøð. Norðurlandahúsið er, sum tað einasta ráðstevnustaðið í Føroyum, flokkað við fimm stjørnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder