
Formansskapurin í Norðurlandaráðnum vísir nú sín fulla stuðul til grønlendska fólki og teirra ófrávíkiliga rætt til at taka avgerðir yvir egnum landi og framtíð. Tað er ein grundleggjandi meginregla, sum ikki kann vísast frá.
Tað verður sagt í eini fráboðan eftir fund í formansskapinum fyri Norðurlandaráðið í gjár 31. mars.
15 januar í ár boðaði formansskapurin frá, at framtíð Grønlands skal gerast av av grønlendska fólkinum. Nú verður hesum boðskapur endurtikin við nýggjari styrki. Grønland er ein týðandi partur av norðurlendsku familjuni og norðurlendska samstarvinum, verður sagt.
Í skrivinum frá formansskapinum verður víst á, at Grønland og Danmark eru í ríkisfelagsskapi saman við Føroyum, og harvið eru tættir sameindir við USA um trygd í Arktis og aðrastaðni.
Øll norðurlond eru nú limir í Nato, og øll lond haava knýtt sterk bond við USA, bæði á trygdarøkinum, men eisini mentanarliga og búskaparliga. Harumframt eru ættarbond millum nógvar borgarar í USA og borgarar í norðurlondum.
- Vit vilja gera tað vit kunnu fyri at styrka samstarvið við USA, men hetta skal byggja á virðing fyri økisrættinum, fullveldinnum og fólkaræðisligu meginreglunum hjá tjóðunum, skrivar formansskapurin í Norðurlandaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald