Svøríki og Danmark stuðla Danmark í Iran-sakini, har Danmark ætlar at revsa Iran fyri at hava roynt at fremja morð á iranskar borgarar í Danmark.
Danskir myndugleikar siga seg hava prógv fyri at iranska fregnartænastan ætlaði at drepa iranar á danskari jørð, og á tíðindafundi í morgun segði danski forsætirsráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, at danir fara ikki at finna seg í hesum.
Á tíðindafundinum, sum varð hildin í Oslo í samband við fund hjá Norðurlandaráðnum, søgdu forsætisráðharrin í Svøríki, Stefan Löfven, og forsætisráðharrin í Noregi, Erna Solberg, at tey stuðla atfinningunum hjá Danmark móti Iran.
Bæði Erna Solberg og Stefan Löfven løgdu dent á, at londini enn ikki hava eina ítøkiliga ætlan til hvat skuldi henda nú.
Erna Solberg gav vissu um, at tey fóru at svara Iran, og segði, at støðan er sera álvarsom fyri Noreg, tí at ein av iranunum, sum var partur av málinum, er norskt flóttafólk í Noregi og norsku statsborgari, og tí má Noreg endurskoða hansara innkomu til landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald