Norðurlandaráðið hevur ætlanir um at sama tíðarsona skal vera galdandi fyri londini á meginlandinum.
Á fundi í formansskapinum fyri Norðurlandaráðið í dag var ein áheitan send til stjórnirnar um í felagsskapi at at arbeiða fyri, at tíðarmunurin millum Norðurlond ikki økjist.
Óttin í Norðurlandaráðnum kemst av, at ES-tinglimir longu hava atkvøtt fyri at gevast við at brúka summartíð. Uttan eina norðurlendska samskipan kunnu tíðarmunirnir í Norðurlondum harvið økjast.
Avgerðin skuldi setast í gildi í 2021, men fyrireikingin hevur tikið longri tíð enn væntað. Henda tíðin skal brúkast við skili, heldur Norðurlandaráðið.
Ísland skiftir ikki millum summar- og vetrartíð, og um hini londini semjast, áðrenn skipanin verður strikað í øllum ES, fer hetta at styrkja sameiningina í Norðurlondum.
Pyry Niemi, formaður í nevndini fyri vøkstri og menning í Norðurlandaráðnum og limur í formansskapinum heldur, at norðurlendsku stjórnirnar eiga at finna eina loysn, sum gagnar øllum Norðurlondum.
- Fyrr ella seinni verður summartíðin strikað í ES. So er einasta skilagóða, at Finnland, Svøríki, Noreg og Danmark eru í somu tíðarsonu. Ísland hevur aldri skift millum summar- og vetrartíð, og um hini Norðurlondini eisini strika summartíð, fer tað at fremja sameiningina – integratiónina – í Norðurlondum. Vit gera tað lættari fyri okkara íbúgvar, sigur Niemi.
Ein stór avbjóðing er tó, at Finnland í dag liggur í somu tíðarsonu sum baltisku londini. Orsaka av søguligum tøttum sambandi til Baltikum, hevur tað týdning, fyri Finnland, at hetta heldur fram. Enn er ikki greitt, hvussu hetta kann loysast.
Formansskapurin í Norðurlandaráðnum heldur, at týdningarmesta er, at Norðurlond standa saman, tá tíðarskiftið verður avtikið, skrivar norden.org.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald