2018-07-31 11:29
Ein 17 ára gamal drongur verður nú ákærdur fyri at hava dripið eina 13 ára gomlu Sunniva Ødegaard í Noregi. Sunniva varð funnin deyð í Jæren í Rogalandi.
Í morgun boðaði norska løgreglan frá, at 17 ára gamli drongurin verður ákærdur fyri drápið. Hann verður seinni í dag varðhaldsfongslaður. Drongurin er norskur ríkisborgari og býr í Varhaug, skrivar norska TV2.
Drongurin noktar seg sekan, men játtar, at hann hevur verið á staðnum, har Sunniva var funnin.
Sunniva var funnin 150 metrar frá har hon búði klokkan 03.10 lokala tíð mánanáttina. Tá hevði hon verið eftirlýst í fleiri tímar. Sunniva hevði verið og vitja eina vinkonu, og tað var pápin, sum eftirlýsti hana, tá hon ikki kom heimaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald