
Noreg og Danmark fara nú undir tættari samstarv á verjuøkinum. Sosialdemokratisku statsministararnir, Jonas Gahr Støre og Mette Frederiksen, eru samd um størri samstarvi í sambandi við at verjurnar í londunum nú verða dubbaðar.
Tað siga tey bæði í eini samrøðu við Ritzau tíðindastovuna.
- Hvørt sær eru vit smá lond. Vit kunnu nógv í stórum samstørvum, men vit kunnu eisini nógv í Norðurlondum, um vit samskipa okkara samstarv uppaftur betri. Tí taka vit hetta týðandi stigið, sigur Mette Frederiksen.
Tey bæði hava brúkt nógva tíð saman í seinastuni. Fyrst fóru tey til Ukraina saman, og nú eru tey bæði í Oslo til eina ráðstevnu saman við floksfeløgum úr Norðurlondum í felagsskapinum Samak.
Á fundinum hava Mette Frederiksen og Jonas Gahr Støri eitt nú tingast um tættari samstarv á verjuøkinum.
Hvat hetta samstarv inniber, fara tey at greiða nærri frá, seinni vár, men høvuðskósin verður stungin út nú.
Jonas Gahr Støre greiðir frá, at Danmark og Noreg skulu samstarva á teimum økjum, har londini hava felags landafrøðilig áhugamál, so sum Norðsjógvin, innsiglingina til Eystrasalt og Arktis.
Talan kann eisini verða um felags hernaðarligar venjingar, felags innkeyp og samstarv í tá tað snýr seg um at finna røttu útgerðina.
Til dømis kunnu Noreg og Danmark eisini samstarva um viðlíkahaldið av F35-flogførunum, vísir Jonas Gahr Støre á.
Tey tosa eisini um at økja framleiðsluna av útgerð til verjuna.
- Vit eru samd um at styrkja hernaðarídnaðin fyri at kunna framleiða tað, sum vit hava tørv á, sigur norski forsætisráðharrin.
Mette Frederiksen væntar, at økta spenningsstøðið í Arktis fer at vaksa uppaftur meira sum tíðin gongur. Her kunnu Danmark og Noreg vera felags um eftiransingina av økinum.
Danska stjórnin boðaði í farnu viku frá eini ætlan um at brúka nógv fleiri pengar upp á at styrkja eftirlit og verju í komandi árum.
Les eisini: Danir seta 120 milliardir av til verjuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald