Norska verjan ber nú ótta fyri at missa nýmótans herskipið Helge Ingstad, sum í farnu viku rendi saman við eitt tangaskip.
Fyri at bjarga skipinum varð tað lagt inn móti landi í Hjeltefjorden og fleiri endar festir í fjallið. Síðan óhappið hevur veðrið verið óvanliga gott í økinum, men nú verður boðað frá illveðri, og vónirnar um at skipið kann bjargast eru við at svinna.
Í gjáranáttina slitnaðu fleiri av endunum, og fregattin gleið nakað oman, so at tað í gjár bert var tað ovasta av skipinum, ið stakk undan.
Helge Ingstad er 134 metrar long og varð bygd í Nevantia í Ferrol í Spania. Talan er um serbygt herskip av sonevnda Nansen-slagnum. Um skipið søkkur, so er talan um serútgerð fyri fleiri milliardir krónur, sum fer í havið, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald