placeholder
Uttanlands

Norra: 150 fólk evakueraði undan vatnflóð

Skúlar og barnagarðar eru eisini stongdir

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-10-15 11:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Regn og ísvatn hevur fingið vatn at fara uppum áarbakka í Miðnorra. Vatnflóðin hevur rakt bæði hús og vegir.

Vandin av vatnflóðini minkaði í gjárkvøldið frá hægsta stigi til eitt lægri stig, skrivar NRK, men enn eru nógv arbeiði at gera.

Í Skjåk kommunu, har vatnflóðin er størst, vórðu 77 fólk evakueraði frá teirra heimi í gjár. Fólkini vórðu evakueraði við tyrlu og traktorum. Tilsamans eru áleið 150 fólk evakueraði í Miðnorra.

Skúlar og barnagarðar eru eisini stongdir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder