Uttanlands

Norsk kvinna skotin út í rúmdina

Jannicke Mikkelsen er fyrsti norski borgarin í rúmdini

Týska Rabea Rogge og norska Jannicke Mikkelsen á veg umborð á rúmdarskipið í nátt (Mynd: SpaceX / NRK)

Týska Rabea Rogge og norska Jannicke Mikkelsen á veg umborð á rúmdarskipið í nátt (Mynd: SpaceX / NRK)

2025-04-01 08:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð er ein astronautur við norskum flaggi á ermuni sendur út í rúmdina.

Jannicke Mikkelsen varð í nátt ein av teimum, sum vórðu send út á Space-X rakettini Dragon frá Florida í USA, skrivar NRK.

Norska kvinnan hevur ábyrgdina av samskiftinum við jørðina á rúmdarferðini, har Dragon skal ferðast í ringrás um jørðina framvið báðum pólunum.

Jannicke Mikkelsen, sum eisini er filmsfotografur, hevur harumframt eina uppgávu at dokumentera jørðina frá nýggjum vinklum.

Rúmdarferðin varðir hálvtfjórða samdøgur innan teir fýra astronautarnir umborð lenda á jørðini aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder