Uttanlands

Norska sjóverjufregattin sást ikki á radaranum

Slík skip eru bygd, so tey ikki kunnu síggjast

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2018-11-09 08:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norskir myndugleikar og skaðanevndin royna nú at finna útav, hvussu tað bar til, at ein nýmótans fregatt og eitt tangaskip kundu stoyta saman uttan fyri Sture oljuterminalin í skergarðinum nærhendis Bergen. Eitt øki, ið verður væl eftiransað, bæði nátt og dag.

Fregattin KNM Helge Ingstad er bygd soleiðis, at tað ikki skal vera lætt at síggja hana. Sjóverjan vil kortini ikki siga, um fregattin var ósjónlig fyri manningina umborð á tangaskipinum MT Sola TS, skrivar nrk.no.

Ovastin fyri norsku sjóverjuna, Nils Andreas Stensønes, kontreadmiralur, sigur við NRK at tey ikki enn hava kannað júst hvat hendi, men upp á fyrispurningin, um fregattin var ósjónlig, svarar hann.

- Øll skip av hasi støddini kunnu síggjast, men eru hesi eru minni sjónlig enn onnur skip.

NRK hevur havt samband við fleiri skip, sum vóru í økinum har óhappið hendi gjáranáttina og fingið váttað, at skipið ikki sást á radaranum.

Skaðanevndin hjá statinum hevur eisini havt samband við onnur skip í økinum fyri at fáa eina mynd av, hvat hendi.

Loðsur var umborð á tangaskipinum, tá tað rendi saman við fregattini. Sambært stjóranum fyri loðstænastuna, er einki, sum týðir uppá, at loðsurin hevur gjørt nakað galið.

- Ein loðsur ger alt fyri at forða fyri einum samanstoyti. Men talan er um eitt stórt skip, og tað tekur langa tíð at støðga einum slíkum tangaskipi, sigur stjórin fyri loðstænastuna, sum ikki ynskir at úttala seg um, hvørt fregattin kann hava verið ósjónlig á radaranum.

- Tað sigur seg sjálvt, at tá ein venjing skal gerast við einum hernaðarskipi, so er tað av týdningi, at tað ikki verður uppdagað, leggur hann afturat.

Fregattir av slagnum eins og Helge Ingstad eru bygdar so tær illa kunnu síggjast á radara, greiðir ein fyrrverandi fregattovasti fyri NRK.

- Skipið er bygt úr tunnum tilfari, so at tað er so lætt sum gjørligt. Endamálið við ”stealth”-byggiháttinum er, at tað ikki skal kunna síggjast.

Hann metir, at tað var fregattin, sum átti víkiskylduna sambært sjóreglunum.

- Eitt skip, sum kemur frá stýriborði hevur víkiskylduna. Vanligt er eisini, at minni skip skuldu halda av fyri stórum skipum, tildømis tangaskipum.

Hann leggur tó dent á, at hann harvið ikki hevur tikið støðu til, hvørt av skipunum var orsøk til samanstoytin.

Les eisini: Norskt herskip rendi á tangaskip og sigldi á land 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder