placeholder
Uttanlands

Norskur statsborgari hjálpti iransku fregnartænastuni

Maðurin hjálpti Iran at planleggja morðroynd á danskari jørð

Mynd: TV2

Mynd: TV2

2018-11-01 13:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein norskur statsborgari við iranskari bakgrund hjálpti iransku fregnartænastuni at planleggja eina morðroynd á iranar búsitandi í Danmark.

PET stongdi stórar partar av Danmark tann 28. september í samband við sakina, og eina viku seinni varð norski ríkisborgarin varðhaldsfongslaður, skrivar TV2. Maðurin er nú ákærdur fyri at hava hjálpt iransku fregnartænastuni við at planleggja morðroyndina.

PET stongdi partar av danska infrakervinum, tí at ótti var um at fregnartænastan var í gongd við ætlanunum um at drepa ein mann úr Iran, sum býr í Ringsted.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder