Uttanlands

Novo Nordisk: 5.000 starvsfólk í Danmark fara at fáá eina uppsøgn

Stóra heilvágsfyritøkan noyðist nú at fara undir eitt stórt uppsagnarumfar. Kring heimin verða 9.000 starvsfólk søgd úr starvi næstu tíðina

2025-09-10 10:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Novo Nordisk hevur sæð betri dagar.

Heilivágsrisin úr Danmark hevur í løtuni líka undir 80.000 starvsfólk kring heimin - í 80 ymiskum londum - men vegna ringu gongdina seinasta stóra árið, skal ein stórur skurður nú gerast.

Sí eisini: Novo Nordisk steðgar við at seta fólk í starv

Partabrævið hjá Novo Nordisk er fallandi, og nýggi stjórin, Mike Doustdar, hevur ávarað um starvsfólkaniðurskurð.

Nú kemur hesin. Sambært fráboðanin til partabrævamarknaðin, sum fyritøkan javnan skal gera, fara 9.000 starvsfólk kring heimin skjótt at missa arbeiði.

Høvuðssæti hjá fyritøkuni verður harðast rakt. Danskir miðlar skirva í morgun, at 5.000 starvsfólk í Danmark verða uppsøgd.

Harvið verður starvsfólkatalið hjá fyritøkini í Danmark undir 30.000.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder