
"- Má fara. Billie Eilish kemur ...”
Hetta segði ein genta í 8. flokki hjá mær hart herfyri, á veg út ígjøgnum dyrnar. “Meinar tú Billy Joel?” royndi eg at vera við í prátinum. “Á Gud, tú er aftarlaga. Kennir tú ikki Billie Eilish?” var svarið, og so var hon horvin. Eg so at googla og sá, at talan var um bert 23 ára gamla heimsstjørnu úr Statunum, sum skuldi hava tvær konsertir í Keypmannahavn dag um dag. Mánakvøld og týskvøld. Átta gentur, bara úr okkara 8. floks árgangi sóu hesa poppstjørnu live í danska høvuðsstaðnum og vóru tí burtur í tveir ella tríggjar skúladagar. Aðrir næmingar fóru longri úr í verð at síggja viðkomandi, tí útselt var í Keypmannahavn.
Hetta er bert eitt dømi um, hvat er gerandiskostur í fólkaskúlanum í dag. Tað verður ferðast sera nógv uttanlands í dag av heilt nógvum næmingum. Um tað er í ella uttan fyri skúlatíð er ikki so avgerandi. Tað er eins og fleiri onnur viðurskifti eisini eru í spæl í dag enn sjálvur skúlin í skúlatíðini. Tað sýnist sum fatanin í samfelagnum ofta er, at um næmingarnir eru burtur nakrar dagar nakrar ferðir um árið ger ikki tað stóra, tí tey fáa so nógv annað í staðin. Hvat ferðast tey so til? Jú, eitt nú til barnadóp, konfirmatiónir, venjingarlegur, kappingar, landsdystir, konsertir, sól á Gran Canaria, upplivingar í París, Barcelona, jólashopping ella skíðtúr í Alpunum og ymiskt annað.
- Her er talan um heilt avgerandi broyting í mun til, hvat næmingar gjørdu bara fyri 20-30 árum síðani. Tá kom tað stórt sæð ikki fyri, at næmingar ferðaðust í skúlatíðini. Hvat er hent? Hví ferðast børn so nógv í dag í mun til fyrr? Svarið er uttan iva samansett. Men ein høvuðsorsøk, hugsi eg, er, at ein avgerandi hugburðsbroyting er farin fram í samfelagnum. Hóast flestu foreldur hava stóra virðing fyri skúlanum, tess virksemi og ynskja tað besta, so hava tey ofta eisini ta fatan, at ein venjingarlega í Íslandi ella ein rundur føðingardagur í Keypmannahavn er meira gevandi fyri barnið, enn tríggir skúladagar eru.
Barnið skal ikki bara klára seg væl í skúlanum, men so sanniliga eisini uttan fyri skúlan í ymiskum felagsskapum og á annan hátt. Tað veri seg í ítrótti, tónleiki ella øðrum. Tað er eins og skúlin er í støðugari kapping við annað virksemi í samfelagnum. Hugburðurin er helst eisini, at skúlin fær so nógva tíð í tí dagliga, at hann saktans eigur at klára, at onkur næmingur er burtur av og á.
Til tað er at siga, at fráveran generelt í skúlunum í dag, hjá fittum parti av næmingum, er stór. Ov stór í fleiri førum. Yvir 10 prosent frávera, í miðal um árið, kemur javnan fyri. Tá er eisini alt íroknað so sum sjúka, tannlækni, dystir, venjingarlegur og ferðing í og uttan fyri Føroyar.
Her er vert at bíta merki í, at ein fráverudagur í skúlanum, vanliga merkir einir tveir dagar fakliga fráveru. Hetta, tí at tað tekur minst ein eyka dag hjá næmingunum at fáa fatur á fakliga endanum aftur, um ein so kann siga. Tað vil siga, at um næmingur eru burtur í 20 dagar úr skúlanum um árið, er hann runt roknað 40 dagar burtur fakliga. Hetta er nógv og merkist. Tað sigur seg sjálvt, at hetta gongur úr yvir tað fakliga.
- Sjálvandi er tað gott og mennandi fyri næmingar at vera aktivir í onkrum felagskapi og hava eitt gott sosialt lív uttan fyri skúlan, men tað má helst onkursvegna vera innan fyri mark, so tað ikki nervar skúlan meira enn gott er.
Men tann javnvágin er ikki altíð so løtt at finna. Og næmingar eru eisini so sera ymiskir. Summir makta væl at hava nógvar bóltar í luftini í senn, ímeðan tað knípir hjá øðrum. Ein máti, fyri møguliga betur at finna hesa javnvág, er at hava gott samstarv millum skúla og heim, og tað er tíbetur oftast støðan.
Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, fyri Skúlablaðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald