
Seinastu árini hevur Íverksetarahúsið latið "Granan" til tann persónin ella tað felagið, ið hevur gjørt mest vart við seg á ymsan hátt á íverksetanarøkinum.
Øll hava møguleika at koma við tilnevningum, og uppskot kunnu sendast til Íverksetarhúsið til og við mánadagin 06. september 2021.
Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi.
Heiðurslønin verður latin á Ársins íverksetaradegi, sum verður í Norðulandahúsinum fríggjadagin 10. september 2021, Ársins íverksetaradagur er árliga ókeypis tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan.
Í fjør fekk kanningarstovan Thetis heiðurin sum "Ársins íverksetari".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald