Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru fleiri enn 1.800 fólk í Sunda kommunu. 1. januar 2005, tá kommunurnar løgdu saman, vóru 1.558 fólk í kommununi. Fólkatalið hevur sveiggjað nakað, men ongantíð eru vit farin niðurum 1.500. Kommunan er 4 yngst í Føroyum, tá talan er um miðalaldur, og her búgva nógvar barnafamiljur.
Hóast fólkatalið samlað er í vøkstri so eru smærru bygdirnar minkaðar í fólkatalið seinnu árini, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Súsanna og Rúni í Streymnesi eiga borgara nummar 1.800. Lítli drongur, teirra varð føddur 13. november og vigaði 4.330gr. Hann hevur ikki fingið navn enn. Hann eigur tvey eldri systkin sum eita Sára og Pætur.
Borgarstjórin var í vikuni og ynskti familjuni tilllukku við soninum, sum er borgari nummar 1.800, og gav teimum eina heilsan frá Sunda kommunu.
Yvirlitið yvir fólkatalið sæst her:
bygdir | 2005 | 2018 |
Gjógv | 54 | 31 |
Haldórsvík | 162 | 114 |
Tjørnuvík | 71 | 57 |
Langasandur | 36 | 39 |
Hósvík | 297 | 320 |
Hvalvík | 219 | 255 |
Streymnes | 198 | 311 |
Saksun | 32 | 8 |
Oyri | 137 | 175 |
Oyrarbakki | 105 | 170 |
Norðskáli | 247 | 321 |
Tilsamans | 1558 | 1801 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald