Innanlands

Nú er bussleiðin komin á Google

Nú kanst tú altíð síggja skjótastu leiðina úr einum stað í annað í Tórshavnar kommunu

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-21 20:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú ber til skjótt og lætt at síggja, hvussu tú sleppur frá a til á við býarbussunum í Tórshavnar kommunu. Bussleiðin er nú komin á GoogleMaps, so tú altíð sært skjótastu leiðina úr einum stað í Tórshavnar kommunu íannað.

Hetta merkir, at tú kanst fara inn á Google og finna útav, hvussu tú skjótastkemur eitt nú av Argjahamri og í Steinatún.

Bussleiðin á Google er eitt sera hent amboð hjá teimum, sumskulu leggja bussferðina til rættis. Bussleiðin á Google tekur eisini hædd fyriskúladøgum, vikuskiftum og halgidøgum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tú kanst ómakaleyst seta tína ferð við bussleiðini saman HER.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder