2019-04-02 13:11
Nú er undir at byggibúna og stykkja út 18 góð grundstykkir niðarliga við Villingadalsvegin í Havn.
Tað er Betri Heim, sum selur grundstykkini í nýggja býlinginum, og tað er Konsax, sum stendur fyri arbeiðinum, at stykkja út. Í dag var fyrsta skuffan grivin fyri útstykkingini í Villingardali, og tað var borgastjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, sum stýrdi gravkúnni.
Grundstykkini verða væntandi klár til yvirtøku í novembur 2019. Ongin tíðarfreist er, nær byggjast skal á stykkið, skrivar Betri Heim um grundstykkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald