Uttanlands

Nú er Frans pávi útskrivaður

Pávin kom við áheitan um at steðga álopunum í Gaza og taka samráðingarnar um vápnahvíld uppaftur

Pávin vísti seg á einum svala á sjúkrahúsinum, stutt áðrenn hann varð útskrivaður (Mynd: EPA)

Pávin vísti seg á einum svala á sjúkrahúsinum, stutt áðrenn hann varð útskrivaður (Mynd: EPA)

2025-03-23 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frans pávi varð í dag úrskrivaður frá Gemelli-sjúkrahúsinum í Rom, har hann hevði verið innlagdur síðan 14. februar.

88 ára gamli pávin veitraði frá einum svala á sjúkrahúsinum, stutt áðrenn hann bleiv útskrivaður, og síðani er hann koyrdur burtur frá sjúkrahúsinum í einum bili.

Hetta varð fyrstu ferð, at pávin varð sæddur alment í fimm vikur.

Stutt eftir, at hann varð útskrivaður, kom Frans pávi við áheitan á Ísrael um at steðga álopunum í Gaza alt fyri eitt. Samstundis heitti hann á partarnar í stríðnum um at taka samskiftið uppaftur fyri at fáa gíslar leyslatnar og fáa eina varandi vápnahvíld, skrivar Ritzau.

Pávin hevur fleiri ferðir verið innlagdur seinastu árini, men hendan seinasta innleggingin hevur verið tann longsta, síðan hann gjørdist pávi í 2013.

Myndirnar niðanfyri eru frá EPA-myndatænastuni:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder