placeholder
Uttanlands

Nú er næstan klárt hjá Stórabretlandi at lima seg úr ES

Theresa May sigur, at nú restina einans 5 prosent í avtaluni

Bretski forsætisráðharrin Theresa May (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin Theresa May (Mynd: EPA)

2018-10-22 13:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

Theresa May, forsætisráðharri í Stórabretlandi, sigur nú, at Stórabretland er næstan klárt at lima seg úr ES. Nú mangla Stórabretland og ES einans at gerast samd um tey síðstu 5 prosentini av avtaluni.

Sambært Theresu May eru partarnir vorðnir samdir í hvørja støðu Gibraltar skal hava í framtíðini, og hvussu framtíðar stríðsspurningar millum partarnar skulu loysast. Eisini eru partarnir samdir um eina bretska hernaðarstøð á Kýpros, skriavr the Guardian.

Størsta stríðsmálið er tó enn landamarkið millum Írland og Norðurírland, og hetta eru partarnir ikki vorðnir samdir um enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder