Innanlands

Nú er onnur viðgerð av forsturtøkulógini byrjað

Hervør Pálsdóttir hevur lagt fram, og ymiskar viðmerkingar eru komnar. Talan kann gerast um eitt drúgt kjak

Hervør Pálsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini, hevur lagt fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hervør Pálsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini, hevur lagt fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-15 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani fór Hervør Pálsdóttir upp á tingsins røðarapall fyri at leggja uppskot til løgtingslóg um fosturtøku fram. Talan er um 2. viðgerð og eitt uppskot hjá landsstýrismanninum í lógarmálum Bjarna Kárason Petersen, sum er tillagað nakað.

Síðani fyrstu viðgerð 22. mars hevur ein partur av Rættarnevndini gjørt broytingaruppskot. Har verður gjørt greitt, at heilsustarvsfólk skulu sleppa undan at fremja ella viðvirka til forsturtøku, um tað gongur ímóti etisku ella átrúnaðarligu fatanini.

Sí eisini: Heilsustarvsfólk skulu sleppa undan at fremja fosturtøku 

Sí eisini: Bjarni Kárason Petersen: - Føroyar hava eina fosturtøkuferðavinnu

Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi er forkvinna í Rættarnevndini. Hon, Kim Durhuus og Kristianna Winther Poulsen - tey bæði síðstnevndu úr Javnaðarflokkinum - mæla Løgtinginum til at samtykja uppskotið.

Nakrar viðmerkingar komu eftir røðuna hjá Hervør Pálsdóttir. Nú tosar Helgi Abrahamsen vegna minnilutan, har Steffan Klein Poulsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir eru við. Tey mæla frá at samtykja uppskotið um fosturtøkulóg.

Álitið við øllum viðmerkingunum sæst her

Henrik Old er sjeyndi limur í Rættarnevndini og stendur einsamallur. Hann tekur ikki undir við málinum og skal leggja fram um eina løtu.

Talan kann gerast um eina langa viðgerð. Nógv standa á røðara- og viðmerkjaralistanum. Nakað av ivamáli er um, hvørt málið kemur víðari til triðju viðgerð ella ikki.

Til ber at fylgja viðgerðini HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder