Á hvørjum ári almannakunnger Sunday Times ein "Rich List" yvir bretsk ríkfólk, og har sæst, at 81 ára gamli Sir Paul McCartney og konan Nancy McCartney eru á listnum sum nummar 165 við ognum fyri eina milliard pund.
Fyrrverandi Beatles-sangarin er, sambært bretskum miðlum, nú fyrsti bretski tónleikarin, ið gerst milliardingur - í bretskum pundum.
Sambært Sunday Times er virðið á ognunum hjá McCartney økt við 50 milliónum pundum seinasta árið. Inntøkurnar stava m.a. frá einari konsertferð og innspælingini hjá Beyoncé av Beatles-lagnum "Blackbird". Nýggja Beatles-lagið "Now and Then" varð eisini givið út í november í fjør.
Í skrivandi stund er eitt bretskt pund vert 8,72 av okkara krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald