33 ára gamla barbadisk-amerikanska songkvinnan Rihanna er nú vorðin dollaramilliardingur.
Forbes hevur mett, at Rihanna eigur ognir fyri 1,7 mia. dollarar, sum í okkara krónum svarar til góðar 10,7 mia.
Hetta merkir, at Rihanna nú er ríkasti kvinnuligi tónleikarin í heiminum. Men hóast hetta, kemur meginparturin av inntøku hennara ikki frá tónleikinum men frá kosmetikkfyritøkuni, sum hon stovnaði í 2017 – Fenty Beauty. Ein annar partur av inntøkuni fær hon eisini frá teimum partabrøvunum, hon eigur í undirklædnamerkinum Savage x Fenty.
At meginparturin av inntøkuni ikki kemur frá tónleikinum er kanska heldur ikki so løgið, av tí at hon ikki hevur útgivið nýggjan tónleik í egnum navni síðan 2016, tá 8. útgáva hennara, "Anti" kom út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald