Uttanlands

Nú eru 113 staðfest smittað í Danmark

Fyrstu staðfestu tilburðirnir staðfestir í Hetlandi eisini

2020-03-10 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið av fólkum, sum hava fingið staðfest corona-smittuna í Danmark heldur áfram at vaksa. Í morgun upplýsti Statens Serum Institut, at talið av fólkum, sum hava fingið staðfest smittuna er komið upp á 113. Í gjár vóru tey 90.

Sambært Statens Serum Institut eru 1.119 fólk kannað fyri corona-smittuna, og 770 fólk eru í sóttarhaldi. Millum tey, sum eru í sóttarhaldi er ein 5. flokkur og tveir lærarar á einum fólkaskúla í Malling nærhendis Aarhus. Tey eru send í sóttarhald eftir at tveir næmingar hava fingið staðfest smittuna.

Onkur skúli í Danmark eru nú eisini stongdir orsaka av smittuvanda, skrivar Ritzau.

Corona staðfest í Hetlandi eisini
Nú er corona-smittan eisini komin til okkara nærmastu grannar Hetland. Í gjár uppýstu skotsku myndugleikarnir at teir fyrstu tveir tilburðirnir av staðfestari coronasmittu í Hetlandi eru staðfestir. Til samans eru 23 tilburðir staðfestir í Skotlandi.

Tey tvey smittaðu eru nýliga komin aftur av ferð í Italia, og tey eru farin í sjálvboðið sóttarhald, skrivar Snetland News. Heilsumyndugleikarnir kanna nú hvar tey hava ferðast, síðan tey komu aftur til Hetlands.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder