Innanlands

Nú eru 72 smittað: Sjey tilburðir í gjár

Ein persónur varð staðfestur positivur tveir dagar eftir komu til Føroya, meðan hinir seks eru smittaðir í Føroyum og eru partur av kendum smittuketum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-09-26 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru sjey nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein tilburður varð staðfestur við kanning tveir dagar eftir komu til Føroya, og hinir seks persónarnir eru smittaðir í Føroyum og eru partur av kendum smittuketum, skrivar corona.fo.

922 kanningar vóru gjørdar seinasta samøgrið.

Síðan í gjár eru fýra persónar afturat staðfestir frískir, og sostatt hækkar talið á smittaðum í løtuni upp í 72.

373 persónar eru í sóttarhaldi. Eingin er í løtuni innlagdur við koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder