Innanlands

Nú eru 98 metrar eftir

Nú restar lítið í til at Eysturoyartunnilin er liðugt sprongdur

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-05-27 10:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku vórðu sprongdir 79 metrar í alt í Eysturoyartunlinum. Nú eru sprongdir 11.140 metrar og 98 metrar eru eftir at spreingja.

Av Hvítanes vórðu sprongdir 42 metrar í farnu viku. Í alt eru nú sprongdir 5.230 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 37 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 2.132 metrar.

Teinurin frá rundkoyringini og móti Rókini er liðugt sprongdur og arbeiði at leggja leiðingar er byrja. Hetta arbeiði heldur á komandi vikurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder