2021-01-29 11:21

Triðja dagin á rað og fyri áttandu ferð seinastu níggju dagarnar varð eingin smittutilburður staðfestir í Føroyum.
Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at í gjár vórðu 532 kanningar gjørdar, og at í løtuni eru fimm persónar smittaði við koronu. Tilsamans hava 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 648 persónar eru staðfest frísk aftur - trý fleiri enn í gjár. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu, skrivar corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald