2021-08-19 11:05

Í gjár vóru tveir nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Annar tilburðurin var staðfestur við komu til Føroyar, og hin tilburðurin var staðfestur við kanning á 4. degi eftir komu til Føroyar, skrivar corona.fo.
Sostatt er talið á smittaðum nú komið upp á fimm.
1.254 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald