Høvuðsstaðargrunnurin, eisini kallaður felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hevur nú fingið meira pening at lata sum stuðul. Á næsta fundinum, sum verður í Reykjavík í mai, verða ikki færri enn 450.000 krónur latnar til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirram skrivar Tórshavnar kommuna. Umsóknir, har allir tríggir býir taka lut, hava fyrimun.
Møguleiki er longu nú at søkja stuðul úr felagsgrunninum. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald