2021-08-19 11:26

Nú eru 69.722 koppsetingar fyri koronu gjørdar í Føroyum.
36.181 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 33.541 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Hetta svarar til, at 67,8 prosent av fólkinum í Føroyum eru koppsett fyri koronu, og at 62,8 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.
Í gjár vórðu 124 fólk koppsett. 48 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 76 fólk fingu tað seinnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald