Innanlands

Nú eru vit 51.617 fólk

Fólkatalið vaks við 860 fólkum seinasta 12 mánaðirnar

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-05-13 10:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fólkatalið var 51.617 tann 1. apríl. Tað vaks við 860 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. apríl 2018 – 1. apríl 2019, skrivar Hagstova Føroya. Tað kemur av einum burðaravlopi á 289, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 571, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 74 størri, og nettotilflytingin 5 størri. Tí verður fólkavøksturin 79 fólk størri.

Munur er millum kynini í fólkavøkstrinum: tað vórðu 505 fleiri mannfólk, svarandi til ein vøkstur á 1,9% og 355 fleiri konufólk, svarandi til ein vøkstur á 1,4%.

Størsti vøksturin er í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

[object Object]

Sama ferðin í fólkavøkstrinum
Stóri fólkavøksturin, sum hevur verið síðst 4-5 árini, heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var veksandi frá 2014 og vaks upp í 1,5% í 2017 og er aftur økt nakað upp í 1,6 - 1,7% síðsta árið.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder