Statens Serum Institut hevur í morgun kunngjørt, at smittutalið í Danmark er vaksið við 133 fólkum seinasta samdøgrið. Nú hava 2.010 fólk í Danmark fingið staðfest koronavirus.
41 fólk eru deyð við koronavirusinum í Danmark *, 386 eru innløgd, og tá beint undir 100 er støðan heilt álvarsom
Sí øll tølini her
Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, hevur eftirlýst, at nógv fleiri skulu kannast fyri koronavirus í Danmark. Søren Brostrøm, stjóri í Sundhedsstyrelsen, segði í gjár, at tann tilgongdin er komin væl áleiðis, og landslutirnir, kunnu skjótt kanna 5000 møguligar tilburðir samanlagt um dagin, í mun til 1.000 sum tað er í løtuni.
Hetta upplýsir Danske Regioner í tíðindaskrivi fyrrapartin.
Kelda: TV2.dk
* Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virusi. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald