Innanlands

Nú fáa føroyingar møguleika at fara í starvsvenjing í NAFO

Northwest Atlantic Fisheries Organization er millumtjóða felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í altjóða sjógvi

2018-12-12 13:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyingar hava møguleika at koma í starvsvenjing í NAFO. NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) er millumtjóða felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í altjóða sjógvi í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Limalondini í NAFO eru Føroyar, Grønland, Kanada, ES, Noreg, Ísland, Russland, Suðurkorea, Japan, USA, Kuba, Ukraina og Frakland, vegna oyggjarnar St. Pierre og Miquelon.

NAFO hevur eina skipan fyri starvsvenjing fyri lesandi, nýútbúgvin og fólk, ið eru í byrjanini av teirra starvsleið. Í starvsvenjing fæst innlit í virksemi hjá NAFO og royndir í at arbeiða í einum millumtjóðafelagsskapi, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni.

Fólk úr limalondunum í NAFO kunnu søkja. Starvsstaður er høvuðsskrivstovan hjá NAFO í Dartmouth, Kanada. Starvstíðin er upp í 3 mánaðir.

Undir starvsvenjingini veitir NAFO eina samsýning á 1750 kanadiskar dollarar um mánaðin.

Í 2019 eru tvey starvsvenjingarstørv leys at søkja, og umsóknarfreistin er 14. januar 2019.

Meira fæst at vita um starvsvenjingina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder