Innanlands

Nú fær Atlantsflog internet í flogførunum

Flogfelagið fer seinni í ár at royndarkoyra nýggja tøkni

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-07 21:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Atlantsflog fer seinni í ár væntandi at royndarkoyra nýggja internet-tøkni á teirra flogførum.

Í dag er longu skipan á flogførunum, har til ber at hyggja eftir Degi & viku, lurta eftir útvarpinum og at lesa tíðindi. Tó ikki beinleiðis, og tað er nakað, sum kundarnir hjá Atlantsflogi spyrja eftir, segði Árni Olsen, sølu og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, við útvarpið í kvøld.

Sum skilst er ikki talan um so gott internet, at til ber at stroyma og ferðast á heimasíðum. Men til ber at hava samband og senda boð.

Tænasstan verður ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder