Innanlands

Nú fellur avgerðin skjótt

Í november verður greitt hvønn flokk Magni Laksáfoss fer í

Magni Laksáfoss (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Magni Laksáfoss (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-10-29 13:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani Magni Laksáfoss tók seg úr Sambandsflokkinum í vár hevur hann verið uttanflokkatinglimur. Fleiri leysasøgur hava gingið um hvønn flokk tingmaðurin man fara at velja, og nú fellur avgerðin skjótt, sigur Magni Laksáfoss við útvarpið.

- Tað er komið har til, at eg skal velja millum tveir flokkar, sigur hann.

Magni Laksáfoss vil tó ikki avdúka hvørjar flokkar talan er um.

- Eg havi ikki hug at fara í ein flokk og uppliva tað sama, og ein flokk, sum ikki vil nakað. Eg vil í ein flokk sum vil flyta Føroyar tann rætta vegin og gjarna sama vegin sum eg vil. Tí er brúk fyri at hugsa seg væl um hvønn flokk man fer í.

Hann fór úr Sambandsflokkinum 31. mars tí hann ikki var nøgdur við gongdina í flokkinum. Hann segði soleiðis um orsøkina tá:

“Eg má við tíðini staðfesta, at Sambandsflokkurin er vorðin alt meiri konservativur. Lat meg gera púra greitt, at eg respekteri fult út, at flokkurin hevur fullan rætt til at velja ein konservativa politiska kós, men samstundis er hann nú tíverri blivin so konservativur, at eg kenni meg ikki aftur í flokkinum.”

Magni Laksáfoss var í farnu viku á fundi við Aksel V. Johannesen, løgmann. Hann sigur tó, at hann ikki er kontaktaður um fíggjarlógina. Hetta var meria eitt “kaffiprát”, sum hann tekur til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder