Ein og hvør við einari iPhone 5s ella nýggjari model, fer í heyst nágreiniliga at kunna síggja akkurát hvussu nógva tíð, ein brúkar á telefonini.
Nýggja dagføringin til stýrisskipanina iOS fer nevniliga at hava ein nýggjan valmøguleika, sum eitur "Screen Time", skrivar CNN. "Screen Time" telur hvussu nógva tíð ein brúkar á telefonini um dagin og um vikuna, og hvussu nógva tíð, ein brúkar á ymisku appunum. "Screen Time" fer eisini at vísa, hvussu nógvar fráboðanir tú fært, og hvussu ofta tú opnar telefonina.
- Tá ið fólk fáa tølini, mugu tey sjálvi gera av, hvat tey brúka tey til, segði stjórin í Apple, Tim Cook, við sjónvarpsrásina CNN í farna mánaða, tá ið iOS 12 varð lagt fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald