
Stóri fólkavøksturin merkist serliga í høvuðsstaðarøkinum. Tørvur er á at víðka um býin, og í hesum sambandi verður nú farið undir arbeiðið at skipa Stórutjørn í Hoyvík, økið norðanfyri Klingruna og vestanfyri býlingin Inni á Gøtu, sum er umleið 525 ha til støddar,
Økið liggur væl fyri, millum bústaðarøkið í Hoyvík, vinnuøkið á Hjalla og nýggja innkomuvegin, sum verður gjørdur í sambandi við Eysturoyartunnilin. Í kommunuætlanini hjá Tórshavnar kommunu er Stóratjørn eitt av teimum økjunum, ið mett verður at hóska seg væl til býarvøkstur.
Í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu liggur økið í A3 øki, sum er ætlað blandaðari bústaða- og miðstaðabygging, D2 øki, ætlað ítrótti og øðrum, sum kann virka saman við ítróttinum og D1 øki, sum er økið nýggi kirkjugarðurin í Hoyvík liggur í.
Býráðið hevur nú samtykt at játta pening til at gera avtalu við uttanhýsis ráðgeva um at skipa økið við Stórutjørn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald