Mentan

Nú fer Sea Shepherd eftir nátaveiðuni

Syrgiligt at síggja, at tey ikki bara drepa grind, tey gera eisini hetta, sigur Sea Shepherd um nátaveiðina hjá føroyingum

2019-08-25 16:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd er aftur í Føroyum, og nú er tað ikki bara grind tey seta sjóneykuna á. Nú nátatíðin er byrjað, seta tey eisini sjóneykuna á hetta.

Í morgun sendu tey beinleiðis á Facebook á keiini í Hvannasundi. Tey gingu uttanfyri skúrarnar har og lúrdu inn gjøgnum vindeyguni eisini.

- Eg fái ikki greitt tykkum frá hvussu illa tað luktar, og at hvussu syrgiligt tað er at síggja, at tey ikki bara drepa grind, men tey gera hetta eisini, sigur kvinnan í upptøkuni.

- Tey vilja halda okkum burtur frá at síggja hetta. Vit sluppu ikki at síggja hetta í gjár. Fleiri menn stóðu her, og vóru ikki blíðir, sigur hon.

At síggja til er Sea Shepherd ikki farin til verka at steðga nátaveiðuni í mun til hvussu tey hava uppført seg tá grind hevur verið. Í fyrsta umfari sær tað bara út til at vera kunningartilfar um nátaveiðuna hjá føroyingum.

Síggj video her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder