2018-08-21 20:03
Nú gongur betur, gongd er nú komin á raksturin av grindini, sum varð funnin tríggjar fjórðingar út fyri Trælanípu seinnapartin.
Nú eru teir staddir út fyri Bøsdalafoss, og grindin gongur væl móti Sandavági.
Hon verður rikin til Sandavágs ella Miðvágs, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Tað er ringt at meta um nær drápið verður, men gongur hon líka væl sum nú, kann tað vera um ein tíma ella so.
15 bátar eru hjá grindini, og fyrr í dag mettu teir hana vera eini 50 hval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald