Uttanlands

Nú goysir beint norðan fyri Grindavík

Gosið er bert 500 metrar frá býnum, men ikki eins ógvusligt sum onkuntíð fyrr

(Mynd: RÚV)

(Mynd: RÚV)

2025-04-01 12:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint fyri klokkan 11, íslendska tíð, opnaðist ein sprunga í jarðarskorpuni norðan fyri Grindavík á suðurstrondini á Reykjanesi. Og nú floymir grýti upp bert 500 metrar frá býarmarkinum.

Gosrivan er inni í byrgingini, sum er gjørd í økinum við nógvum gosvirksemi í seinastuni. Rættiliga tætt við eitt vakstrarhús, skrivar íslendska ríkisútvarpið, RÚV.

Rivan er í sonu linju, sum ein líknandi, ið stóðst í januar í fjør, men megin í gosinum hesaferð er ikki eins ógvuslig. 

Les eisini: Rumblar undir Reykjanesi, men onki gos enn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder