Uttanlands

Nú hava 59 danir fingið staðfest COVID-19: 770 fólk í sóttarhaldi

Talið er økt við 24 seinasta samdøgrið

Mynd: MedPageToday

Mynd: MedPageToday

2020-03-09 13:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært Styrelsen for Patientsikkerhed er talið á persónum, sum eru smittað við coronavirusinum nú komið upp á 59.

Í gjár vóru 35 skrásettir tilburðir, og er talið sostatt økt munandi seinasta samdøgrið.

Umframt tey, sum hava fingið staðfest smittuna sita í løtuni 770 danir í sóttarhaldi heima. Sambært DR hevur mann í Danmark higartil kannað 1.022 fólk fyri virusið.

Í Føroyum eru tveir tilburðir staðfestir higartil, og 33 fólk sita í sóttarhaldi.

Um allan heimin eru fleiri enn 110.000 tilburðir av COVID-19 skrásettir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder