Innanlands

Nú hava kajakk-rógvarar fingið sína brúgv

Flótibrúgvin er løgd á uttaru síðu á bylgjubrótaranum innanvert Skinnaraskerð

Mynd: Havnar kajakfelag

Mynd: Havnar kajakfelag

2018-07-04 14:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vinnunevndin hevur samtykt at keypa eina brúgv til virksemið hjá kajakk-rógvarum og smáum seglbátum.

Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini sigur, at tað leingi hevur verið arbeitt við einari tilgongd at skapa góðar karmar fyri bátavirksemið í Vágsbotni. Tórshavnar Froskmannafelag, Havnar Kajakfelag og Tórshavnar Bátafelag hava havt eitt ynski um fáa eitt atløgupláss til at flota smábátar sum kajakkir og smáar seglbátar, og tað er nú veruleiki. 

Nýggja flótibrúgvin er sniðgivin soleiðis, at hon er løtt atkomilig fyri fólk við rørslutarni. Brúgvin er løgd á uttaru síðu á bylgjubrótaranum innanvert Skinnaraskerð, har neystini hjá Tórshavnar Froskmannafelag, Havnar Kajakfelag og Tórshavnar Bátafelag frammanundan standa, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Eftir ætlan skal virksemið hjá nevndu feløgum við tíðini samskipast soleiðis, at borgarin hevur møguleika fyri at læna bátar og útgerð frá feløgum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder