
Í gjár vórðu 229 fólk koppsett fyri koronu. 98 fólk fingu fyrra prikið og 129 fingu tað seinna. Tvey fólk fingu triðja prikið.
Hetta skrivar corona.fo.
Sjúkrahúsverkið upplýsti fríggjadagin fyri Portalinum, at tá høvdu samanlagt fýra fólk fingið trý prik við koppingarevni ímóti koronu.
Tað eru fyrst og fremst tey, sum eru í serligum vandabólki, ið nú fáa i boði at koppseta seg eina triðju ferð. Hetta er ein sonevndur boostari.
Nú eru samanlagt 38.387 fólk í Føroyum koppsett fyri koronum. 36.457 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og seks fólk hava fingið trý prik.
Tilsamans 74.850 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald